- Mælt verður til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu
Hetta er nýggjast tilmæli viðvíkjandi trúðarlívinum í Føroyum. Í gjár mælti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til, at tað verður fremvegis ikki savnast í bólkum við fleiri enn tíggju fólkum.
Kirkjuligu myndugleikarnir fylgja tilmælunum frá landsins myndugleikum, og at áður givnar leiðreglurnar framhaldandi eru galdandi við atliti at virkseminum í fólkakirkjuni.
- Allar gudstænasturnar verða avlýstar fram til og við 10. mai 2020.
- Fólk eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin við fyrispurningi um dóp og vígslu. Er talan um bráðneyðugar umstøður, eru dópur og vígsla eyðvitað ein møguleiki.
- Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til sóknarprestin umvegis telefon ella netið. Bæði tá ið talan er um vanligar spurningar, sálarneyð ella aðrar átrokandi umstøður.
- Andlát og jarðarferð eru eitt viðkvæmt og sárt øki, ið eigur at handfarast hóvliga og við størstu virðing. Tey avvarðandi eru vælkomin at venda sær til sóknarprestin til tess nærri at vita, hvussu jarðarferðin á virðiligan hátt í stillum kann fara fram í kirkjuni.
Hetta skrivar folkakirkjan.fo frá. Har boðað Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðriksson, biskupur, frá, at við støði í komandi tilmælum frá myndugleikunum endurskoðar fólkakirkjan í viku 20 avgerðirnar, ið tiknar eru. Tað vil siga, at eftir 10. mai verður nýggj støða tikin viðvíkjandi virkseminum í landsins fólkakirkjum.
Í morgin og báðar páskadagarnar verður guðstænasta, uttan áhoyrar til staðar, at hoyra og síggja hjá Kringvarpinum. Frírikskirkjan stroymir guðstænastu við Ova Brim í morgin klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald