2020-05-18 10:50
Í gjár, sunnudagin, vórðu ongar kanningar gjørdar, og sostatt er eingin broyting í koronatølunum í dag, upplýsir Heilsumálaráðið.
Har eru framvegis 187 fólk, ið hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, men sum kunnugt eru tey øll vorðin frísk, og er talið á smittaðum í løtuni tí framvegis nul.
Næstu ferð, nýggj kanningarúrslit verða kunngjørd, verður í morgin, týsdagin 19. mai.
8.863 kanningar eru gjørdar higartil, og eingin hevur fingið staðfest smittuna í teimum seinastu 2.593 kanningunum.
Fríggjadagin 22. mai er ein mánaði síðan seinasti tilburðurin varð staðfestur í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald