Uttanlands

Ongi útlit til semju millum Bretland og ES

Mark er fyri hvussu langt ein stjórn kann raka, sigur Boris Johnson. Serliga á fiskivinnuøkinum standa partarnir langt frá hvør øðrum

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2020-12-08 11:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Samráðingarnar um framtíðar viðurskiftini millum ES og Stórabretland eru strandaðar, og bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer helst í hesi vikuni til Brússels fyri at royna teir seinastu møguleikarnar.

Johnson viðgongur, at partarnir á fleiri økjum standa langt frá hvørøðrum, og at støðan er læst. Hetta kann hava við sær, at vónirnar um at finna fram til eina semju byrja at fjarða.

- Vónin er altíð til staðar. Men tað kemur eisini ein løta, tá tað má viðgangast, at spælið er av. Soleiðis er tað bara, sigur Boris Johnson sambært Reuters.

Partarnir hava ført drúgvar samráðingar hesar seinastu vikurnar. Bæði dag og nátt og í vikuskiftunum.

Men onki glið er komið í samráðingarnar, heldur ikki nakað hugskot til loysnir, sum kann føra partarnar nærri eini semju, hvørki viðvíkjandi rættinum hjá ES at fiska í bretskum sjógvi ella hvussu jøvn kapping kann tryggjast, skrivar Ritzau.

Boris Johnson váttar, at langt er millum partarnar í trætuni um fiskirættindi.

Danmark hevur stór áhugamál í júst hesum partinum av samráðingunum, og tað hevur Frakland eisini.

Sambært Boris Johnson er mark fyri, hvussu langt ein stjórn kann loyva sær at slaka í samráðingunum við ES.

Hann minnir á, at líka mikið um tað fæst ein semja ella ikki, so henda stórar broytingar í viðurskiftunum við ES, tá Brexit verður veruleiki frá 1. januar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder