Ongin bláur bussur hjá Bygdaleiðum hevur koyrt síðan einaferð í gjár. Strandferðslan tók tíðliga í gjár avgerð um at støðga við busskoyringini orsaka av illveðrinum, sum byrjaði í gjárkvøldið og enn herjar kring alt landið.
Út á fyrrapartin ella á middegi fer Strandferðslan at kunngera nær bussarnir byrja at koyra aftur.
Sama er galdandi fyri strandfarasiglingina.
Væntað verður, at Smyril fer aftur í sigling av Krambatanga kl. 11.30. Sam ger eftir ætlan eina roynd at gera túrin til Kalsoyar klokkan 8. Ritan avlýsir fyrsta túrin í morgun, kl. 8.45, og Ternan avlýsir tveri teir fyrstu túrarnar í morgun, av Havnini kl. 7.15 og 8.15.
Bussleiðin í Havn er ikki órógvað av veðrinum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald