Innanlands

Ongin ítøkilig ætlan at bjarga flakavinnuni

Flakavirkir og saltfiskavirkir eru um at hokna – ivamál um tey klára summarið

Bjarni Hammer (Savnsmynd)

Bjarni Hammer (Savnsmynd)

2020-05-20 14:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrið hevur ongar ítøkiligar ætlanir um at bjarga føroysku flakavirkjunum og saltfiskavirkjunum, sum hava rent seg í stórar trupulleikar orsaka av prísfalli og fyltum goymslum.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, upplýsti løgtinginum í dag, at ongin ítøkilig ætlan er gjørd fyri at hjálpa flaka- og saltfiskavinnuni.

- Men vit fylgja gongdini neyvt, og tað kann koma upp á tal at gera eina serskipan fyri fiskavirkini, segði landsstýrismaðurin og vísti á, at hesi virki framvegis hava møguleika at fáa fígging frá danska Vækstfonden.

Tað var Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum setti landsstýrismanninum spurningin, og hann var ikki nøgdur við svarið. Tí tað vísir, at myndugleikin fortreingir veruleikan og støðuna, sum fiskivinnan á landi er í í løtuni.

- Vit hava gjørt skipanir fyri tær smáu fyritøkurnar, sum fáa part av sínum føstu útreiðslum goldnar frá tí almenna. Vit tosa eisini nógv um at bjarga ferðavinnuni, sum er heilt nýggj í Føroyum og alt gott um tað.

- Men ongin tekur flaka- og saltfiskavinnuna upp á tungu, hóast vit kalla okkum eina fiskivinnutjóð. Talan er um eina vinnu við hundraðtals arbeiðsplássum, sum hevur verið í Føroyum í næstan 200 ár, og sum nú stendur á gravarbakkanum, vísti Bjarni Hammer á.

- Set teg í samband við vinnuna
Tingmaðurin heitti inniliga á landsstýrismannin um at seta seg í samband við hesi virkini fyri at seta seg inn í hvussu støðan í vinnuni veruliga er.

Veruleikin er tann, segði Bjarni Hammer, at hesi virkir hava framleitt á goymslu hesa seinastu tíðina. Goymslurnar eru nú fyltar, prísurin er í botni, og um einki verður gjørt, er vandi fyri at virkini verða noydd at steingja og klára ikki summarið.

- Tað er ómetaliga týdningarmikið, at landsstýrismaðurin setir seg inn í støðuna hjá hesum fáu virkjunum. At bjarga teimum kostar ikki meir enn tað nú kostar at bjarga teimum smáu vinnufyritøkunum. Hesi mugu hjálpast, so at tey klára summarið, segði Bjarni Hammer.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder