Innanlands

Ongin nýggjur tilburður hesar báðar seinastu dagarnar

Nú eru tilsamans 178 føroyingar vorðnir frískir aftur eftir covid-19 sjúku

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-04-21 07:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru framvegis í alt 185 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6.171 kanningarúrslit, skrivar Heilsumálaráðið í morgun.

Sostatt er eingin nýggjur tilburður staðfestur seinastu tveir dagarnar.

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 178 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Sostatt eru tvey fólk vorðin frísk í mun til seinastu dagføring fyri tveimum døgum síðani.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder