Tað verður ongin Sjómannadagur í Klaksvík í ár. Tiltakið, sum á hvørjum ári hesi seinastu 15 árini savnar fleiri túsund fólk á havnarlagnum í Klaksvík, verður flutt til 21. august 2021.
Tað hevur nevndin í Føroya Sjómannadegi avgjørt á fundi í dag.
Í tíðindaskrivi skrivar nevndin soleiðis:
"Hetta hevur verið en tung avgerð hjá okkum øllum, men vita hava hildið tað vera rætt at fylgja almennu tilráðingunum frá politisku og heilsufakligu myndugleikunum á korona økinum".
Nevndin lettur eisini afturat, at avgerðin um at hava sjónammadag í august 2021 tó er treytað av, at teir nógvu stuðlarnir, fyritøkur og sjálvboðin, framhaldandi standa saman um at stuðla Føroya Sjómannadegi, eisini í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald