Innanlands

Ongin smittaður síðan 6. apríl

Enn ein dagur uttan nýggjar smittutilburðir

2020-04-16 07:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru framvegis í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest koronasmittuna. Hetta byggir á í alt 5.765 kanningarúrslit.

Sostatt er heldur eingin persónur staðfestur smittaður seinasta samdøgrið. Tað var tann 6. apríl, at seinasti persónur varð staðfestur smittaður

Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.

Í løtuni eru 169 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest koronasmittuna. Tað er trý færri enn í gjár. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder