Innanlands

Ongin vandi á Faroe Pelagic

Sveisiarbeiði var orsøk til at brandalarmurin fór í gongd

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-26 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað fyri klokkan 16 í dag varð Tórshavnar sløkkilið sent avstað til Kollafjarðar eftir at ein brandalarmur var farin í gongd.

Men alarmurin varð skjótt blástur av aftur, upplýsir vakthavandi á politistøðini.

Tað var roykur frá sveisiarbeiði á uppsjóvarvirkinum, sum setti brandalarmin í gongd.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder