Mentan

ONKI á Tjóðpallinum

Leygardagin 12. august verður leikurin ONKI frumsýndur á Tjóðpallinum. Leikurin er bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna “Intet” eftir Janne Teller

©Tjópallur Føroya / Heinesen myndir

©Tjópallur Føroya / Heinesen myndir

2023-08-11 09:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 12. august verður leikurin ONKI frumsýndur á Tjóðpallinum. Leikurin er bygdur á virðisløntu ungdómsskaldsøguna “Intet” eftir Janne Teller, ið Pelle Koppel hevur gjørt til leik og Hans Tórgarð hevur týtt til føroyskt. Hóast leikurin byggir á eina ungdómsskaldsøgu vendir leikurin  sær bæði til ung og vaksin.

ONKI snýr seg um Pierre Anthon, sum gongur í sjeynda flokki, og á fyrsta skúladegi fer úr skúlanum upp í eitt træ at seta seg at rópa um, at ONKI hevur týdning og at lívið er meiningsleyst. Floksfelagarnir brúka síðani restina av skúlaárinum at mótprógva hesum og vísa á, at NAKAÐ hevur TÝDNING.

ONKI er nógv spældur leikur á ymiskum leikhúsum og fekk hann eitt nú sera góð ummælir á Fringe Festivalinum í Edinburgh í 2017. Harumframt er søgan eisini gjørd til operu, ið millum annað varð framførd á Kongeliga Teatrinum í 2020.

Leikstjóri er Kristina Sundar Hansen og afturat sær hevur hon eitt spennandi toymi av ungum palllistafólkum. Leikarar eru Esther á Fjallinum (Um at vera menniskja, Moldvørpan) og Elias Magnussen. Ljóssniðgevi er Jákup S. Thøgersen og ljóðmyndina hevur Vinjar Egilsnes Petersen gjørt. 

Pallmyndina, sum spælir ein virknan lut í sjálvari sýningini, hevur Barbara Hilduberg gjørt. Tjóðpallur Føroya vil við hesum bjóða áskoðaranum inn í eitt rátt og estetiskt rúm, har týdningurin, ið er sera viðbrekin, verður upplýstur av ljósi og gjøgnumskygni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder