Í Føroyum hava vit nú tríggjar heilar umsetingar av Bíbliuni. Victor Danielsens týðing, týðingin eftir Jákup Dahl og Kristian Osvald Viderø, og nú føroyska King James, týðing eftir Sjúrð Højgaard.
Á heimasíðuni hjá Bíbliufelagnum kann lesast, at Hans Jacob Joensen, fyrrverandi bispur, eisini hevur umsett Bíbliuna av nýggjum, men er ikki útkomin enn. Har verður sagt, at málið við tí týðingini var, at gera eina økumeniska umseting, sum allir kristnir bólkar í Føroyum kunnu semjast um at brúka. Sambært Bíbliufelagnum hava allar samkomur tikið ímóti tí, undantikið brøðrasamkoman.
Í samband við útgávuna av aðru útgávu av føroysku King James Bíbliuni, verður skipað fyri útgávufundi í Løkshøll í Runavík, í annaðkvøld 10. oktober, klokkan 20:30. Væntað verður at útgávufundurin varðar í ein tíma ella so.
Týðarin, Sjúrður Højgaard, hevur arbeitt í 16 ár við hesi týðing, og fer hann nú at greiða frá arbeiðnum. Føroyska King James Bíblian er prentað hjá Royal Jongbloed í Hollandi. Hann fer at greiða nærri frá, hví hann er byrjaður uppá hetta og hvat endamálið er.
Nýggja føroyska King James Bíblian kann keypast á útgávufundinum. Eisini verður hon til keyps í bókasølum kring landið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald