Innanlands

Ónøgd er við avgerandi leiklutin hjá Føroyum og Danmark

Uttan tey trý norðuratlantisku umboðini hevði reyði blokkurin ikki fingið meirluta á valinum í gjár, og Mette Frederiksen hevði ikki havt møguleikan at hyggja burtur frá einari breiðari stjórn. Lars Løkke, Alex Vanopslagh og eisini Sjúrður Skaale vísa á trupulleikan við hesum

- Um tú hyggur eftir Danmark – ikke ríkinum Danmark, men Danmark – so er jú ikki talan um ein reyðan meirluta, segði Lars Løkke Rasmussen í formansrunduni í nátt

- Um tú hyggur eftir Danmark – ikke ríkinum Danmark, men Danmark – so er jú ikki talan um ein reyðan meirluta, segði Lars Løkke Rasmussen í formansrunduni í nátt

2022-11-02 09:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mette Frederiksen gjørdi aftur í gjárkvøldið greitt, at hon ynskir at fáa eina breiða stjórn í Danmark næstu árini. 

Reyði blokkurin fekk 87 tinglimir á valinum í gjár, og við Aki-Matilda Høegh-Dam og Aaja Chemnitz úr Grønlandi og Sjúrða Skaale úr Føroyum er reyði blokkurin við suverena sosialdemokratiska flokkinum í so teprum meiriluta sum gjørligt: 90 móti 89.

Les eisini: Tey reyðu vunnu í Danmark í seinastu løtu

Mette Frederiksen kunngjørdi tó í sigursrøðu sínari, at hon í dag fer at biðja Margrethu drotning um at loysa seg úr starvinum sum forsætisráðkvinna, og at nýggj stjórn skal skipast. Hetta fer fram nú um eina løtu - klokkan 11 danska tíð.

Mette Frederiksen hevur havt evsta sessin í donskum politikki síðani juni 2019. Tað er óvist, um hon heldur fram í honum, men tað er meirilutin, sum til sonenvda "drotningaumfarið" í dag fara at peika á forkvinnuna í Sosialdemokratiski flokkinum, sum hevur fingið sítt besta val í 20 ár.

Síðani fara samgongusamráðingar av álvara at byrja, og tær kunnu sambært donskum viðmerkjarum gerast drúgvar. Um so er, at tað fer at vera ov trupult at gera eina semju yvir miðjuna, so hevur Mette Frederiksen møguleikan at fara undir at skapa eina reyða stjórn aftur

Løkke, Vanopslagh og Skaale tala at

- Um tú hyggur eftir Danmark – ikke ríkinum Danmark, men Danmark – so er jú ikki talan um ein reyðan meirluta

Hetta segði Lars Løkke Rasmussen í formansrunduni í nátt. Formaðurin í nýggja flokkinum Moderaterne, ið fekk triðflest atkvøður í gjár (níggju prosent) hevur eitt serligt tilknýti til Føroyar, men hann tyktust argur um, at serliga grønlendska úrslitið, ið var sum væntað, gjørdi, at fyrimunurin koppaði til reyðan blokk. 

Flokkurin Liberal Alliance fekk stóra framgongd. Hann hoyrir til bláa blokkin, og formaðurin Alex Vanopslagh irðaði seg, eins og Løkke, hóast eitt sera gott val: 

- Tað er bert eitt reytt fleirital, um tær norðuratlantisku atkvøðurnar verða taldar við. Um vit bert hyggja eftir atkvøðunum hjá dønum, so er talan um eitt fleirital ímóti Mette Frederiksen. Men nú er okkara demokrati, som tað nú einaferð er

[object Object]
Sjúrður Skaale varð mánadagin afturvaldur til fólkatingið í stórum stíli. Hann kann nú gerast tungan á vágskálini, eins og Jóannes Ejdesgaard í 1998.

Danska TV2 skrivar fyrrapartin, at føroyska fólkatingsumboðið Sjúrður Skaale áðrenn valið vísti á vandan fyri júst hesari støðuni, og at hetta á ein hátt er ódemokratiskt:

- Tað kann koma uppá tal hesu ferð, at tað verður ein greiður sigur til tann bláa vongin, men at valdið endar við at fara til tey reyðu orsakað av okkum - teimum fýra norðuratlantisku umboðunum. Um tað hendir, fer talan at gerast um eitt stórt kjak, so eg haldi, at man noyðist at tosa um tað er tørvur á at hyggja eftir grundlógini

Les eisini: Sjúrður Skaale: Einki er treytaleyst í politikki

Mette Frederiksen hevur sagt, at ein slík broyting ikki kemur uppá tal. Millum annað tí at umboðini úr Føroyum og Grønlandi eru so umráðandi fyri fólkatingið.

Hóast Mette Frederiksen nú fer at arbeiða fyri at fáa breiða semju, so er møguleiki framvegis fyri at skipa reyða stjórn við teimum báðum grøndlendsku umboðunum og Sjúrða Skaal, ið kann gerast tungan á vágskálini, eins og Jóannes Ejdesgaard var í 1998. Tað er hetta, ið hinir flokkarnir í reyða blokkinum - fyriuttan Radikale Venstre sum meira ella minni er í miðjuni - ynskja.

Kelda: tv2.dk


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder