2020-02-19 15:21
Miðnám í Vestmanna, fyrr nevndur Fiskivinnuskúlin, hevur opið hús í kvøld. Øll, sum eru áhugað at fáa kunning um tilfeingisbreytina og skúlan sum heild, eru vælkomin.
Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur, heldur fyrilestur um ung og arbeiðsgleði.
Fyrilesturin er viðkomandi fyri øll lesandi, sigur skúlin. Eftir fyrilesturin verður rundvísing, stuttligar starvsstovuroyndir og høvi at tosa við lærarar, lestrarvegleiðarar og næmingar.
Eisini verður framførsla við Vár Isaksen og Paula Magnussen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald