2019-07-28 11:22
Vinafelagið Føroyar-Ísrael hevur aftur í ár opið hús á Ólavsøku.
Hetta er tíggjuna árið á rað, at fólk hava høvi at støkka inn á gólvið í Sloans húsum, har ein kaffimuður við onkrum góðum afturvið er at fáa.
Filmur úr Ísrael verður at síggja; kunnað verður um arbeiðið í felagnum og ein lítil bóka- og fløgusøla er eisini.
Báðar dagarnar, Ólavsøkuaftan og Ólavsøkudag er opið kl. 15.00 til 20.00.
Ólavsøkuaftan kl. 16.00 hugleiða Elsa og Róland í Skorini um Ísrael, landið og fólkið. Eisini fara Lena og Niclas at syngja nakrar sangir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald