Innanlands

Løgtingsfundir sendir út á veganetið og havøkið runt um Føroyar

Løgtingið varpar tingfundir á egnari FM rás

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-19 19:56 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Formansskapurin í Løgtinginum samtykti í 2019 at senda sínar tingfundir á FM rás frá fyrst í 2020. Tingfundirnir hava nú kunna hoyrst á føroyska veganetinum og eisini á havøkinum runt um Føroyar, út á umleið 50 fjórðingar í eina tíð.

Hetta er eitt samstarv millum formansskapin í Løgtinginum og R2 Net Spf.

Tað eru fleiri nýggir sendarar settir upp kring landið við ymiskum frekvensum, men flestu nýggjaru bil-útvarpstólini skifta automatiskt millum hesar.

Frekvensirnir eru:
• Suðurøki, 90.3 mhz.
• Miðøki, 89.5 mhz.
• Eysturøki, 98.3 mhz.
• Vesturøki, 88.3 mhz.
• Norðurøki, 91.3 mhz.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder