2023-05-31 19:04
Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju, fer til hesa konsertina at spæla verk eftir kendum tónaskøldum, sum danska Rued Langgaard, Georg Böhm, Léon Boëllmann, D. Buxtehude og enska tónaskaldinum Simon Preston.
Lagt er tí upp til eina fjølbroytta konsert.
Verkini, ið verða framførd variera millum klassiskan virtuosan baroktónleik, nýmótans dissonerandi tónleik, til brúsandi romantiskan toccata tónleik.
Símun Hammer spælir javnan konsertir, men hetta er fyrstu ferð hann spælir eina konsert í Hoyvíkar kirkju.
Konrtin verður hóskvøldið 1. juni kl. 19.30.
Hoyvíkar kirkja
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald