Mentan

ORKA útgávukonsert á Skála

22. desember verður útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA – Bólkurin er samstundis í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2023-12-11 13:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 22. desember verður høllin uppi yvir El-Service við havnalagið á Skála karmur um eina serstaka útgávukonsert við tónleikabólkinum ORKA.

Bólkurin er samstundis í holt við at gera ein film, og konsertin verður tí upptikin sum partur av filminum. Umframt ORKA spæla Anna Katrin Ø. Egilstrøð av Eiði og Playmo av Strondum.

Francine Perry úr London og Jens L. Thomsen frá Innan Glyvur hava seinastu níggju árini myndað ORKA. Tey góvu í heyst út heildarútgávuna “All At Once”. Tey eru nú í holt við at skipa fyri seinastu føroysku konsertini á hesum sinni og hava funnið teir perfektu karmarnar í stóru, ráu høllini á loftinum hjá El-Service á Skála t. 22. desember 2023 kl. 20.

Í einum fjósi í grannabygdini Innan Glyvur byrjaði ORKA verkætlanin við eini konsert gamlaárskvøld í 2005. Síðan tá hevur ORKA túrað um allan heim, latið frá sær átta útgávur og er tvær ferðir tilnevnd Tónleikavirðisløn norðurlandaráðsins.

Ein av kjarnuspurningunum Francine og Jens settu sær, tá tey byrjaðu at skriva tónleik saman, var “Hvussu framførir tú elektroniskan tónleik?”

Gjøgnum árini hava tey ment sín egna, unikka máta at arrangera og spæla sín sermerkta tónleik; og tey halda seg nú hava funnið svarið. Tá tey spæla live, spæla tey alt, sum áhoyrarin hoyrir á staðnum, og tað ger teirra framførslur intensar. Har er nógv upp á spæl, tá tey spæla saman, og tey eru ógvuliga bundin at hvørøðrum tónleikaliga.

Áðrenn ORKA framføra Anna Katrin Ø. Egilstrøð og Playmo.

Anna Katrin Ø. Egilstrøð, ið er av Eiði, arbeiðir bæði við elektroniskari og klassiskari kompositión, eins og hon arbeiðir tvørtur um listagreinar. Til konsertina á Skála fer hon at veva eitt ljóðteppi av elektroniskum ljóðum blandað við økisupptøkum.

Strandingurin Dávur Poulsen, ið er maðurin handan Playmo, hevur seinastu árini tikið seg fram á altjóða elektroniska pallinum og hevur givið út á plátufeløgum sum Planet Rhythm og T Sessions, og løg hansara eru blivin spæld av viðurkendum diskarum s.s. Richie Hawtin og Rødhåd. Til konsertina fer Playmo at framføra eitt sveimandi dub techno sett.

Konsertin verður filmað, og áskoðarar verða bidnir um at lata seg í heit klæðir, tí høllin er ikki upphitað.

Skrá:
19:30 Hurðar
20:00 Playmo (Strendur)
20:30 Anna Katrin Ø. Egilstrøð (Eiði)
21:00 ORKA (Innan Glyvur/London)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder