Mentan

Orkestrið Ælabogin 25 ár

Savnar inn pengar til konsertferð við konsert og stórum bingo

2023-03-21 07:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Orkestrið Ælabogin verður í september 25 ár. Fyri at hátíðarhalda hetta hevur orkestrið ætlanir um at fara eina konsertferð til Spania.

Men tað kostar, og tí skipar Ælabogin fyri stuðulskonsert hósdagin 23. mars klokkan 18 í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla. Gestasangari verður við á konsertini

Atgongugjald verður ikki tikið til konsertina, men íløt verða sett fram, har tey, ið vilja, kunnu geva eina upphædd til orkestrið.

Eisini verður rimmar bingo í ítróttarhúsinum við Margáir í Streymnesi leygardagin 25. mars kl 16 við nógvum góðum vinningum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder