Innanlands

Ørkin ristist

- Síðani hoyrdist buldur sum minnir um toruslátt ella eina spreinging í grótbroti. Beint aftaná skalv Ørkin. Eg kendi meg ótryggan og hevði besta hugin at loypa út, greiðir Sólbjørn Jensen, ið starvast á sjómansheiminum í Reykjavík, frá hendingini í gjár

Føroyska sjómansheimið varð eisini rakt av jarðskjálvtanum í íslendska høvuðsstaðnum í gjár (Mynd: trubodin.fo)

Føroyska sjómansheimið varð eisini rakt av jarðskjálvtanum í íslendska høvuðsstaðnum í gjár (Mynd: trubodin.fo)

2021-02-25 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Klokkan var 10.05, og vit vóru stødd á skrivstovuni á sjómansheiminum Ørkini, tá tað kendist, sum ein glaða kom framvið. Síðan hoyrdist buldur, sum minnir um toruslátt ella eina spreinging í grótbrotið. Beint aftaná skalv Ørkin; myndir klirraðu, og lyklarnir til kømruni, sum hingu á knakum, sveiggjaðu aftur og fram.

Hetta sigur Sólbjørn Jensen við heimasíðuna Trúboðin. Saman við konuni, Barbaru, starvast hann á Ørkini í Reykjavík, og tey merktu væl heilt væl harða jarðskjálvtan á Reykjarnesi fyrrapartin í gjár.

- Eg eri ikki kendur við jarðskjálvta, og kendi meg ótryggan og hevði besta hugin at loypa út, men tá var tað longu yvirstaðið. Minuttir seinni komu fleiri stórir skjálvtar, og teir hildu á leingi. Seinasti stóri skjáltin vit merktu her á Ørkini var nakað áðrenn klokkan 13.00. 

Sólbjørn Jensen sigur eisini, at hetta merktist meira, um ein var innandura. Hann hevði tosað við fólk, sum vóru úti, og tey merktu lítið og einki til sjálvtan, sum varð máldur til 5,7 á richterstiganum.

- Jarðfrøðingar siga, at væntast kunnu fleiri stórir skjálvtar komandi dagarnar, men vónandi verður eingin skaði. Jarðskjálvtar eru vanligir í Íslandi, men tó ikki so áhaldandi nógvir og so stórir í einum, sum liggja væl omanfyri 4 á richterskalanum. 

Les eisini: Fleiri ristingar í íslendskuundirgrundini

Ørkin dettur niður ímillum allar hjálparpakkar -  bæði í Íslandi og í Føroyum - so tað er sera trupult fíggjarliga í løtuni hjá  føroyska sjómansheiminum í Reykjavík, sigur Sólbjørn Jensen eisini við Trúboðan. Seinastu tvær vikurnar hava nakrir gestir verið - annars hava hann og Barbara nærum gingið einsamøll á Ørkini í fleiri mánaðir. Nú verður vónað, at gongd kemur aftur í samfeløgini skjótt. 

Gistingarhús í Íslandi høvdu í 2020 eina minking á áleið 75 prosent í mun til gistingar í 2019. Tó gistu íslendingar meira á egnum gistingarhúsum. Vøksturin var sambært Hagstovuni góð 20 prosent, og sambært teimum á Ørkini hava fleiri íslendingar gist á Ørkini seinastu tvær vikurnar, og tað er sera umráðandi fyri sjómansheimið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder