
Fitt av fólki hevur verið í býnum í høvuðsstaðnum í nátt, og í hesum sambandi hevur løgreglan givið fleiri bøtur.
Ein fekk bót og varð handtikin í sambandi við ófriði á einum skeinkistaði stutt eftir klokkan fimm í morgun.
Tá løgreglan kom á staðið, noktaði viðkomandi at siga løgregluni, hvør hann var, sum øll annars hava skyldu til í slíkum førum.
Løgreglan tók persónin við sær á politistøðina, men eini trý korter seinni slapp hann leysur aftur, tá hann hevði sagt teimum, hvør hann var, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Ein annar persónur varð eisini tikin við uml. 14 gr. av hashi uppiá sær, og tað fær hann eina bót fyri.
Um klokkan hálvgum fimm í morgun var eisini eitt herverksmál skrásett.
Talan var um eina ósemju millum eitt par – ein mann og eina kvinnu – sum endaði við, at maðurin blakaði lutir hjá kvinnuni úr íbúðini, har tey vóru.
Lutirnir fingu skaða, og tí er maðurin nú skuldsettur fyri herverk, sigur løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald