Innanlands

Ósemja og stórar íløgur

Tórshavnar kommuna samtykti í gjárkvøldið fíggjarætlanina fyri 2020.

Vøksturin í kommunui er stórur, og ætlanin er at menna størstu kommununi í landinum nógv á ymiskum økjum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Vøksturin í kommunui er stórur, og ætlanin er at menna størstu kommununi í landinum nógv á ymiskum økjum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-11-29 11:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Bylgjurnar gingu høgt viðvíkjandi summum málum, tá Tórshavna kommuna endaliga skuldi samtykkja fíggjarlógina fyri 2020. Tað vóru býráðslimir hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi, sum vóru sera ónøgdir við framferðarháttin hjá limum hjá Javnaðaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Framsókn. Talan var um málið um go-cart breytina á Skarðshjalla, sum heldur fram, og eitt har ein borgari hevði fingið loyvi at latið sítt grundstykki frá kommunui víðari til annan borgara.

Í báðum førum vóru umboð hjá Javnaðaflokkinum, Sambandsflokkinum, og Framsókn løgd undir at vísa mismun á borgarum, og fyri hetta hava limirnir úr hinum flokkunum klaga til komunnala efterlitið, ið so skal taka støðu til málið. Hetta skrivar in.fo.

Í frágreiðingini um fíggjarætlanina 2020 lýsir borgarstjórin, Annika Olsen, støðuna í kommununi. Hon innleiðir við, at ongantíð hava fleiri fólk búleikast í høvuðsstaðarkommununi. Vøksturin seinastu fimm árini, í tíðarskeiðinum har fólkatalið í Føroyum er voksið nógv, í Tórshavnar kommunu er 8,4 prosent. 1.670 fleiri borgarar eru størstu kommunu í landinum í mun til í 2014.

[object Object]
Annika Olsen

Annika Olsen lýsir Tórshavn á ymiskum økjum, og hvussu ætlanin er at menna høvuðsstaðin á hesum økjunum. Ein fimm ára løguætlan varð gjørd í fjør, og hon er dagførd nú. Stóru íløgurnar eru harvið betri skipaðar, og tær eru nógvar í talið. Íløgukarmurin er 257 milliónir krónur, rakstrarútreiðslurnar eru mettar til umleið 825 milliónir. Kommunan metir, at inntøkurnar eru beint omanfyri 1 millión.

Til ber at lesa alla lýsingina av fíggjarætlanini og gongdini her

Sambært frágreiðingini ger tørvurin á nýggjum umlættingar- og endurvenjingarheimi, at neyðugt er at útvega heimild til at læna 57 milliónir ið komandi ár verða nýttar til nýggja heimið. Gongdin í teimum ymsu byggiverkætlanunum fer at vísa, um neyðugt verður at taka lánið.

Skattaprosentið í Tórshavnar komunu er framhaldandi 19,00 prosent,og barnafrádrátturin í skattinum framvegis 8.000 kr.

 - Vit fegnast um góðu gongdina í kommununi og í samfelagnum annars. Vit viðurkenna eisini avbjóðingarnar, ið fylgja við og hava tikið atlit at stóru broytingunum, sum verða komandi árini, endar Annika Olsen við.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder