Innanlands

Oslo: Ætla at kanna upp til 10.000 hvønn dag fyri andevni

Hetta fer at geva eina nógv betri ábending um, hvussu nógv hava havt koronasmittuna í Noreg

Oslo universitetssykehus, har kanningarhátturin er mentur, og har fyrstu kanningarnar verða gjørdar í komandi viku (Mynd: Google)

Oslo universitetssykehus, har kanningarhátturin er mentur, og har fyrstu kanningarnar verða gjørdar í komandi viku (Mynd: Google)

2020-04-27 11:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Noreg er ein nýggjur háttur til at kanna fyri andevni (antistoffir) móti koronavirus til reiðar at nýta. Harvið verður nú ein nógv betri møguleiki at finna útav, júst hvussu nógv hava havt koronasmittuna.

Tað eru Fridtjof Lund-Johansen, lækni og granskari, og Fridtjof Lund-Johansen, biologur í mýlskum (molekylærbiolog), ið hava ment háttin.

- At kanna andevni móti koronavirus er umráðandi. Tað eru nógv, sum ikki eru vorðin kannaði fyri koronavirus, sjálvt um tey hava havt sjúkueyðkenni. Fyri tey er tað umráðandi at fáa at vita, um tey hava havt korona ella ikki. Tað eru eisini nógv, ið fáa virusi, uttan at merkja at tey eru sjúk. 

Hetta sigur Fridtjof Lund-Johansen, ið er yvirlækni og granskari á Oslo universitetssykehus, við NRK.

500 kanningar í komandi viku - ber til at gera áleið 10.000 um dagin 

Tað er júst á tí sjúkrahúsinum, at tær fyrstu 500 kanningarnar verða gjørdar í komandi viku, og tað eru starvsfólk á sjúkrahúsinum, ið verða kannaði. Við nýggju útgerðini og nýggja háttinum kunnu annars heili 500 kanningar gerast um timan: 

– Tað sum er serligt við tøknini, ið vit menna, er at tað ber til at kanna so nógv hvønn dag. Tað er ein øðrvísi háttur, men ein sum hevur nógvar fyrimunir

Hetta er sambært Fridtjof Lund-Johansen, ið eisini vísur á, at vitanin verður størri um nakrar vikur. Møguleiki verður at kanna upp ímóti 10.000 norskum borgarum hvønn dag.

Vanligt eru andevni at finna í blóðinum, eftir at hava fingið eina infektiónssjúku.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder