Innanlands

Øssur Kjølbro verður virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjald

Frá leygardegnum 15. februar avloysir klaksvíkingurin Hanus á Gørðum, ið fer í lestrarfarloyvi til síðst í mai

Mynd: mission.fo

Mynd: mission.fo

2020-02-11 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øssur Kjølbro hevur drúgvar royndir innan missiónsarbeiðið. Hann var í nógv ár aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, og hevur seinastu tíðina millum annað havt ábyrgd av Trúboðanum, eins og hann hevur verið óløntur hjálparprestur í Eiðis prestagjaldi.

Øssur hevur lisið gudfrøði á Københavns Universitet og varð prestavígdur í 2018. Nú skal hann í tríggjar og ein hálvan mánað avloysa sóknarpresturin Hanus á Gørðum. 

Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at Hanus fer í lestrarfarloyvi frá 15. februar til 31. mai. Í hesum tíðarskeiðinum røkir bygdarmaðurin starvið í Norðoya vestara prestagjald.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder