Fyrr í vikuni var hátíðarhald á ráðhúsinum í Havn í sambandi við at Osvald Schiller Johansson hevði 30 ára starvsdag hjá Tórshavnar sløkkiliði.
Í hesum sambandi helt Heðin Mortensen, borgarstjóri røðu, sum kann síggjast á heimasíðuni hjá kommununi, har eisini fleiri myndir eru at síggja
Osvald byrjaði á brandstøðini í havn 1. januar 1991, tá brandstøðin helt til niðjast í Varðagøtu, ikki so langt frá barndómsheiminum hjá Osvaldi í Sjúrargøtu í Rabarbukvarterinum.
Seinni var Osvald burtur eitt skifti, men vendi so aftur á brandstøðina. Umframt uppgávuna sum sløkkiliðsmaður, er Osvald eisini kendur á øðrum økjum, sum íðin kavari og eisini sum dugnaligur kokkur og grillmeistari, sum almenningurin eisini hevur upplivað á árligu matfagnaðardøgunum “Ein dagur á Grynnuni” í Tórsgøtu og Vágsbotni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald