Uttanlands

Óttast at kendur fjallaklintrari er deyður í skalvalopi

Nirmal Purja úr Nepal var ferðaleiðari fyri einum bólki á 10, sum tað nú verður leitað eftir á Broad Peak í Pakistan

Nirmal Purja, avmyndaður saman við øðrum fjallaklintrarum í Pakistan í januar 2021 eftir at hava verið fyrstur at klintra upp á K2 fjallatoppin á vetrartíð (Mynd: Prakash Mathema/AFP/Ritzau Scanpix)

Nirmal Purja, avmyndaður saman við øðrum fjallaklintrarum í Pakistan í januar 2021 eftir at hava verið fyrstur at klintra upp á K2 fjallatoppin á vetrartíð (Mynd: Prakash Mathema/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-31 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kendi fjallaklintrarin, Nirmal Purja úr Nepal, og níggju aðrir fjallaklintrarar eru ikki funnir aftur eftir eitt skalvalop á fjallinum Broad Peak í Pakistan í gjár.

Tað skrivar BBC. Onki samband hevur verið við ferðalagið síðan lopið var um middagsleitið í gjár.

Nirmal Purja er kendur fyri at hava klintra upp á allar heimsins 14 fjallatindar yvir 8.000 metrar upp á eitt sindur meira enn seks mánaðir í 2019. Hann hevur eisini verið servandur hermaður í bretska herinum.

Broad Peak verður roknað sum eitt tað mest avbjóðandi fjallið at vinna á. Tað er heimsins 12. hægsta fjall, og liggur í Karakoram-fjallaketuni. Fjallið er 8.047 metrar høgt.

Ein amerikanari, ein kinesiskur statsborgari og ein úr Oman, umframt fimm úr Nepal vóru við í ferðalagnum, skrivar BBC.

Purja fór í bretska herin í 2003 og gjørdist úrvalshermaður í bretsku sjóverjuni í 2009.

Hansara avrik sum fjallaklintrari byrjaðu í 2012, tá hann gekk upp til ‘base camp’ við Mount Everest. Í staðin fyri at venda aftur, sum ætlað, gjørdi hann ikki mætari, enn at ganga allan vegin upp á heimsins hægsta tind.

Les eisini: Væntar at klára tey 14 hægstu fjøllini upp á sjey mánaðir

Síðan hevur hann set fleiri met fyri at vera sera skjótur upp á tindarnar. Millum annað klintraði hann upp á Everest, Lhotse og Mount Makalu innan fyri 48 tímar.

Purja kom eisini í miðlarnar, tá hann bjargaði einum fjallaklintrara úrMalaisia í yvir 7.000 metra hædd á Annapurna fjallinum. Klintrarin doyði seinni á sjúkrahúsinum, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder