Innanlands

Ov seinir at slakka av

Fýra bilførar fingu klipp í gjáramorgunin

(Mynd: Google Maps)

(Mynd: Google Maps)

2024-08-09 08:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan var gjáramorgunin úti og gjørdi ferðmátingar á Høvdavegnum í Leirvík.

Ferðmátingar vóru gjørdar í ein tíma, og tað gav nakað í kassan. Fýra bilførarar fingu klipp.

Tað vísti seg, at bilførarar ikki slakkaðu av, tá teir koma úr Leirvíkstunlinum og móti rundkoyringini í bygdini. Tað er nevniliga bygt øki og bert loyvt at koyra 50 km/t.

Mátingarnar vístu at tveir bilførar koyrdu 74 km/t, ein 75 km/t og ein koyrdi 77 km/t.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder