Mentan

Óvæntað útgáva av symfoniskum jólalagi

Elin Brimheim Heinesen hevur júst 1. december í ár givið út symfonisku heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” við løgum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen. Men nú kemur eitt eyka symfoniskt lag aftrat

Elin Brimheim Heinesen (Savnsmynd)

Elin Brimheim Heinesen (Savnsmynd)

2023-12-13 18:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heilt óvæntað og ófráboðað kemur nú enn eitt symfoniskt lag út, sum Elin Brimheim Heinesen syngur. Elin hevur júst 1. december í ár givið út symfonisku heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð” við løgum, hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen. Men nú kemur eitt eyka symfoniskt lag aftrat, sum hon syngur, men sum eingin visti um. Hesaferð er talan um ein jólasang nevndur “Jólafriður á jørð” eftir italska tónaskaldið, Enzo De Rosa.

Elin Brimheim Heinesen hevur samstarvað við Enzo De Rosa áður um heildarútgávu sína “Eitt dýpi av dýrari tíð”. Enzo hevur gjørt nýggja jólasangin, sum eisini er innspældur við symfoniorkestri og við Elini sum sangsolisti, umframt við átta smágentum - allar um 10-11 ára gamlar - í Gentukóri Eysturskúlans, stjórnað av Joannu Johansen. Elin hevur sjálv umyrkt enska upprunatekstin til lagið.

Heiðraði sonin við jólasangi um frið á jørð
Soleiðis greiðir Enzo De Rosa frá, um hvussu lagið bleiv til:

- Sonur mín, Leonardo, var borin í heim 11. november í 2011. Í sambandi við hesa gleðiligu hending spurdi eg mín góða vin og sangskrivara, Paul Oxley, um hann vildi hjálpa mær at skriva tekst til ein jólasang, eg júst hevði gjørt til nýborna sonin hjá mær fyri at hátíðarhalda føðing hansara. Málið við at skriva sangin var at varpa ljós á tað, sum eg haldi átti at verið djúpara meiningin við komandi høgtíðini.

– Jólini eru ein tíð, har menniskju áttu at minst til, at vit øll í veruleikanum eru sameind. Tá kavin legst á hús, býir og lond og fjalir mørkini millum okkara, eigur hetta at minna okkum á, at í veruleikanum eru hesi mørkini bara heilaspuni – nakað, sum vit hava funnið uppá bara fyri at skilja okkum sundur sum menniskju. Í veruleikanum er tað nógv meira, sum bindur okkum saman, enn tað, sum skilir okkum. Tað var tað, eg vildi siga við hesum sanginum. Eg eri sera fegin um, at Elin vildi lata sangin í føroyskan ham.

Dámar so væl føroyska málið
Í heyst gjørdi Enzo De Rosa av at gera eina symfoniska innspæling av jólasanginum við Elini sum sangsolisti. Hann spurdi hana, um hon ikki kundi skriva ein sangtekst á føroyskum, tí honum dámar so væl føroyska málið og heldur tað ljóða so væl. Sum Enzo orðar tað:

- Tað ljóðar sum eitt fornt afturljóð frá fyrndini.

Elin greiðir frá:

- Enzo De Rosa er ein serstakliga dugnaligur tónlistamaður og tónaskald, sum gjøgnum seinastu 40 árini hevur arbeitt við óteljandi tónleikarum og sangarum kring allan heim. So eg kenni tað sum eina stóra æru, at Enzo heitti á meg og leit mær upp í hendurnar bæði at skriva sangtekstin og syngja jólasangin, sum hann hevur gjørt til sonin hjá sær. Tað er stórt fyri meg.

Føroyskt gentukór syngur saman við Elini
Elin setti seg í samband við Joannu Johansen um at fáa Gentukór Eysturskúlans at syngja saman við sær á útgávuni. Innspælingarnar av røddum og orkestri fóru fram síðst í novembermánaða í ár. Enzo hevur sjálvur tónablandað orkesturtónleikin, meðan føroyski tónleikaframleiðarin Bárður Háberg hevur tikið upp og tónablandað røddirnar hjá Elini og gentukórinum. Orkesturparturin er innspældur av Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky. Og masteringina hevur Alex Gordon í Abbey Road Studios gjørt.

Hesi hava verið við í framleiðsluni av “Jólafriður á jørð”:
Tónleikur og útseting fyri symfoniorkestur: Enzo De Rosa
Føroyskur sangtekstur: Elin Brimheim Heinesen
Upprunatekstur: Paul Oxley
Orkesturupptøkur: Bow Tie Remote Recordings
Orkestur: Moscow Metropolitan Session Orchestra undir leiðslu av Vladimir Podgoretsky
Upptøkur av orkestri: Alexandr Serenko
Tónabland av orkestri: Enzo De Rosa
Sangsolistur: Elin Brimheim Heinesen
Kór: Gentukór Eysturskúlans (Aleksandra Glerfoss, Anna Sára Pætursdóttir, Eyðdis Iversen, Gloria Schmidt, Jóna Bjørg Berg, Maibritt Trondesen, Mira Absalonsen og Tórgerð Lamhauge – allar 10-11 ára gamlar) undir leiðslu av Joannu Johansen.
Upptøkur og tónabland av røddum: Bárður Háberg
Mastering: Alex Gordon í Abbey Road Studios

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder