Ongantíð fyrr eru so nógvar nýggjar adressur komnar sum í 2019, tá 340 adressur løgdust aftrat.
Tað skrivar Umhvørvisstovan á heimasíðu síni.
Í 2015 vóru einans 66 nýggjar adressur skrásettar, men síðan er talið økt støðugt úr 198 í 2016 til 340 í ár.
Um hugt verður eftir talinum av nýggjum adressum í tíðarskeiðinum 2012 til 2019, sæst – ikki óvæntað – at nógv tær flestu nýggju adressurnar eru í Tórshavnar kommunu, har 783 nýggjar adressur eru lagdar aftrat síðani 2012. Síðani kemur Eysturkommuna við 92 adressum og harnæst Klaksvík við 74 nýggjum adressum síðani 2012.
Í trimum kommunum er ongin nýggj adressa komin í nevnda tíðarskeiðið. Tað eru Hovs, Kunoyar og Skúvoyar kommunur.
Stóra framgongdin í talinum av adressum heldur fram í 2020. Í fyrsta ársfjórðingi 2020 løgdust 86 adressur afturat, skrivar Umhvørvisstovan.
Flestu nýggju adressurnar í 2019 vórðu stovnaðar í hesum bygdum:
Tórshavn 77
Argir 67
Strendur 34
Hoyvík 29
Leirvík 25
Vestmanna 23
Miðvágur 20
Klaksvík 13
Higartil í ár eru flestar komnar í Tórshavn og í Sandavági við 19, í Hoyvík 13 og í Nólsoy 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald