Innanlands

Óvanliga nógvur uppgangur í Kaldbak

Myndir: Stórir klettar skolaðir upp á Bíggjarstøð í gjár

(Mynd: Sámal Petersen)

(Mynd: Sámal Petersen)

2020-03-01 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Kaldbak merktu tey eisini til harða eystanstormin í gjár. Í morgun liggja stórir klettar á Bíggjarstøð, sum uppgangurin hevur skolað upp á støðna.

Á Bíggjarstøð stendur ein hitapottur, sum kaldbaksfólki dámar væl at brúka í góðveðri. Undan storminum í gjár, høvdu tey tó loyst pottin og førkað hann longur niðan á havnalagið, tí vandi var fyri, at hann kundi fara í uppganginum, sum væntaðist.

Potturin hevur ikki tikið skaða, og kann setast upp á pláss aftur, tá veðrið er hæsað av aftur einaferð.

Eisini fram við landsvegnum millum Kalsbaksbotn og Kaldbak var so nógvur uppgangur, at maskinur hjá Landsverki máttu sendast út í gjárkvøldið at rudda vegin fyri stórar steinar og grús.

Í dag sæst hvussu ógvusligt veðrið hevur verið. Ein partur av bilverjuni fram við vegnum hongur í leysum lofti, og er í núverandi líki ikki til stóra hjálp, um ein tungur bilur skuldi rent á.

Kaldbaksfólk hava ikki upplivað slíkan uppgang síðan landsynningsódnina í 2008, tá grótverjan uttan fyri brimgarðin fór og eisini partur av landsvegnum.

Eisini hinu megin fjørðin, á Sandvíkum var veðrið ógvusligt í gjár. Veiðifelagið Byrsumúli hevur lagt hendan filmin út frá skjótibreytini millum Hvítanes og Sund:

Myndirnar hevur Sámal Petersen tikið.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder