Vanligt er, at tá várið byrjar, so byrja tilflytingarnar at taka ferð á seg á Tvøroyri, men okkurt bendir á, at vanliga mynstrið er broytt í ár, tí óvanliga nógvar tilflytingar eru longu skrásettar higartil í ár.
Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuna.
– Síðan 1. januar 2020 hava vit fingið 39 tilflytingarfráboðanir til Tvøroyrar kommunu og er tað væl meir enn vanligt.
Tað serliga og gleðiliga við gongdini í fólkatalinum er, at eisini fleiri barnafamiljur flyta til kommununa. Aftaná 44 dagar vóru farnir av árinum, hevði kommunan fingið heili 12 børn í barnagarðsaldri afturat, og fleiri eru ávegis, skrivar Tvøroyar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald