Uttanlands

Óvanligur forngripur funnin í danskari mold

Talan er um ein prýðislut úr gulli frá víkingatíð, framleiddur við Miðjararhavið

2021-12-05 13:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

30. apríl í ár kom ein óvanligur gripur til sjóndar í eini nýpløddum jarðarstykki við býin Bøvling í Vesturjútlandi.

Talan er um ein gulloyrnaring við emalju frá víkingatíð. Bert 10 til 12 slíkir gripir eru til frammanundan, og aldri fyrr er slíkir gripur funnin í Norðurlondum, skrivar Ritzau.

Tað var Frants Fugl Vestergaard, ið fann gripin, við hjálp av einum sokallaðum metaldetektori.

- Hetta var sum at fáa eini túsund ára gomul sms-boð, hevur 54 ára gamli danin sagt.

Oyrnaringurin er mettur at vera túsund ára gamal. Framleiddur í táverandi Byzans (núverandi Istambul, -red.) ella í Egyptalandi.

Prýðislutir av hesum slag kundu ikki keypast, men teir vórðu givnir sum gávur frá keisarum og kongum.

Eitt ástøði er, at ein víkingur, sum kanska hevur verið leiguhermaður í lívverjuliðinum hjá keisaranum í Byzantiska Ríkinum, kann hava fingið oyrnaringin sum gáva frá keisaranum.

Sjálvur heldur Frants Fugl Vestergaard tað vera ótrúligt, at hesin prýðislutur hevur yvirlivað í moldini í so góðum standi. Talan er um eitt jarðarstykki, ið plógvin hevur vent túsund ferðir.

Frants Fugl Vestergaard hevur leitað við detektori í tíggju ár, og var tí beinanvegin greiður yvir, at talan var um einn óvanligan finning.

Síðani finningin er staðið kannað væl og virðiliga – tó uttan at nakað annað spennandi er komið undan kavi.

Tí virkar tað ógvuliga undarligt, at luturin er endaður júst har. Bøvling hevur ongantíð verið nakar stórstaður, staðfestir maðurin, ið fann lutin.

Frá í morgin kann oyrnaringurin upplivast á danska Tjóðarsavninum í sambandi við eina víkingaframsýning har, sum snýr seg um víkingaferðirnar til Miðeysturs, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder