Frelsunarherurin hevur í hesum døgumvitjan av Johnny og Evu Kleman, kommandørum, ið hava fyrisitingarligu leiðsluna av virkseminum hjá Frelsunarherinum í Evropa.
ES-skrivstovan hjá Frelsunarherinum heldur eitt vakið eyga við reglum og lógum innan human-trafficking, sigoynarum, flóttafólki og migratión, heimleysum og rættindum hjá børnum. Hesi øki hava avbjóðingar, ið ofta hava rót í fátækradømi og sosialum órættvísi, og kunnu tí vera trupul at loysa.
Frelsunarherurin, sum hevur meir enn 150 ára royndir innan virksemi við at tæna sárbærum og sosialt útsettum menniskjum, ynskir at geva sítt íkast til at lýsa og bøta um sosialt órættvísi.
Við í ferðalagnum til Føroyar eru eisini landsleiðararnir fyri Noreg, Ísland og Føroyar, Knud David og Lisbeth Welander, kommandørar.
Vitjað verður í samkomunum Frelsunarhersins í Tórshavn og í Vági, umframt á Herbergi Frelsunarhersins í Havn og viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði.
Alment møti verður í sali Frelsunarhersins í Tórshavn hóskvøldið 24. august kl. 19.
Lisbeth og Knud David Welander
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald