Innanlands

Óviðgjørt CTD kann leiða til hjartasteðg

Ein kanning er gjørd um sambandið millum CTD og hjartasjúkur

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-06 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kasper Kyhl, lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við øðrum skrivað grein um kanning av sambandinum millum CTD og hjartasjúkur, skrivar heimasíðan hjá Granskingarráðnum.

Óviðgjørt CTD kann leiða til tjykkri hjartavødda, víðkað hjartakømur og í álvarsligastu førunum til brádligan hjartasteðg. Allar hesar fylgjur kunnu tó fyribyrgjast við karnetintilskoti, sum verður latið sum tablettir.

Enn er tó ógreitt, hvør ítøkiliga orsøkin er til, at CTD-sjúklingar brádliga kunnu fáa hjartasteðg, og ógreitt er eisini, um tað eru smáar broytingar í hjartavøddanum hjá CTD-sjúklingum, sum eru í støðugari viðgerð.  

Til ber at kanna, hvussu hjarta virkar, og um arrvevnaður finst í hjartanum, og granskararnir settu sær tí fyri at kanna ein bólk av føroyskum CTD-sjúklingum og at samanbera úrslitini við tey hjá einum eftirlitsbólki av frískum fólkum við sama kyns- og aldursbýti.

Hesar kanningarnar vístu, at nakrir fáir CTD-sjúklingar høvdu arrvevnað, sum eingin frágreiðing var um. Av tí at talan er um lutfalsliga fáar persónar, er óvist, hvør orsøkin til hetta er, og um hetta hevur nakran týdning í mun til CTD, skrivar Granskingarráðið.

Kanningarnar vístu eisini, at CTD-sjúklingarnir høvdu tendens til at hava eitt sindur tjykkri hjartavødda enn tey frísku.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder