Innanlands

OY knappar tríggjar milliónir í halli

Nýggja bryggjaríið í Havn hevur fingið nýggjan partapening fyrr í ár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-02 16:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bryggjaríið OY á Háli hevði í fjør eitt hall upp á 2,8 milliónir krónur. Tað er hálvonnur millión betur enn í 2022 tá felagið av álvara fór undir raksturin.

Partapeningurin, sum var 7,5 milliónir krónur var burtur, tá roknskaparárið 2023 endaði, men Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í OY, sigur við KvF, at síðani hevur felagið fingið nýggjan kapital.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lis Waagstein, sum tók við sum stjóri í apríl í fjør, er farin frá av persónligum ávum, og Óli Restorff Hansen er nýggjur stjóri í OY.

Partaeigararnir í OY trúgva uppá at fáa raksturin at hanga saman, sigur Jens Meinhard Rasmussen við Kringvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder