Innanlands

Pallborðsfundur um framtíðina hjá ferðavinnuni

Mikukvøldið verður almennur pallborðsfundur á Hotel Hafnia um ferðavinnuna. Um og nær hórar ferðavinnan undan

2020-06-01 09:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikuvøldið 3. juni verður almennur pallborðsfundur á Hotel Hafnia um ferðavinnuna við fyrilestri hjá búskaparfrøðingi og hugleiðingum hjá vinnurekandi, um og nær ferðavinnan hórar undan.

2020 skuldi vera árið har ið ferðavinnan veruliga fekk sítt flog. Men í Føroyum sum í flestu londum raðfestu serfrøðingar og politikarar Corona hægri enn búskapin við óvissum og ófrætta fylgjum. 

Vit skerdu virksemið hjá yvir 99% av fólkinum, fyri at verja undir 1% av okkum. Tann raðfestingin hevur kanska bjargað onkrum mannalívum, tíbetur, men skatt búskapin og harvið framtíðina hjá tí stóra meirilutanum í ólukkumát.

10-tals fyritøkur í tí spírandi ferðavinnuni hava (sum aðrar vinnugreinir) mist sítt virkisgrundarlag, og tískil hava 100-tals fólk mist arbeiði, og búskapurin eisini tapt 100-tals miljónir í inntøku. 

Hjálparpakki 3 er nú komin. Men ferðavinnan er nógv treytað av vitjandi útlendingum, ið eisini liva í stongsli heima.

Nýggja arbeiðskapandi ferðavinnan vaks í fjør upp um 2% av BTÚ. Nú hava hon og allar Føroyar óvissa framtíð. Hórar ferðavinnan undan lemjandi stongslinum av samfelag og búskapi, nú Corona stýrir øllum, er brennandi spurningurin?

Hvussu ávirkar stongsulin búskapin og arbeiðsplássini í høvuðstaðnum?

Johnny í Grótinum, fíggjarfrøðingur, fer at lýsa framtíðina hjá ferðavinnuni. Hann hevur saman við altjóða grannskoðaravirkinum Deloitte greinað hesa nýggju vinnu fyri Betri Banka.  

Við pallborðið sita Guðrið Højgaard, stjóri í VisitFaroeIslands, Tummas Justinussen og Michael Koba, vinnurekandi, og Annika Olsen, borgarstjóri. Fundurin verður skipaður smbr. almennum tilmælum fyri fundarvirksemi.

Havnar Framburðsfelag skipar fyri fundinum, ið sum sagt verður fyri øll áhugað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder