Næsta fríggjadag eru 34 ár liðin, síðani Olof Palme varð skotin á Sveavägen í Stokkhólmi. Svenski forsætisráðharrin var sera vælumtókur millum tey flestu og sat sítt annað skeið, tá hann varð dripin. Tað vóru tó eisini fleiri, ið hataðu Palme, og tað varð dúgliga gitt og kannað, hvør tað var, sum hevði myrt forsætisráðharran á opnari gøtu.
Konan, Lisbeth Palme, varð eisini hjástødd, tá drápið fór fram um kvøldið 28. februar í 1986 tætt við miðdepilin í svenska høvuðsstaðnum. Tey vóru á veg heim úr biografi. Hon yvirlivdi, men hevði sera trupult við at eyðmerkja ein álopsmann, tí 59-ára gamli Olof Palme varð skotin aftanfrá. Hon var tó við til at peika á Christer Petterson, ið er tann einasti, ið er skuldsettur fyri morðið. Misnýtarin, ið fyrr hevði myrt í Stokkhólmi, varð i 1989 dómdur í býrættinum, men varð fríkendur nakrar mánaðir seinni í landsrættinum.
Ein rúgva av orku varð løgd í at finna útav, hvør hevði myrt forsætisráðharran. Seinni hava nógvar atfinningar verið av arbeiðnum í seinnu hálvu av 1980'unum, og eftir at Christer Petterson var' fríkendur, hevur málið ikki verið nær við at verið uppklára. Nú eru tó framstig á økinum.
Ákærin Krister Petersson var fyri trimum árum síðani settur á málið, og síðani er ferð komin á. Í vikuni segði maðurin, við so at siga tí sama navninum sum skuldsetti maðurin í 1989, í svenskum sjónvarpi at nú nærkaðist ein uppkláring. Ógreitt er, um ein beinleiðis ákæra verður reist ímóti einum peróni ið er á lívi, men Petterson vissar um, at hann hevur havt góð spor at ganga eftir, og at greiða verður fingin á málinum.
Eingin hevur seinnu árini verið nevndur sum høvuðsmistonktur, men Paul Smith vísti í bók í 2012 á Christer Andersson sum drápsmannin. Hann tók í 2008 lívið av sær.
Innanlands
Palme-drápið: Høvuðsækæri vónar at reisa ákæru í fyrru hálvu av árinum
Krister Petersson, ið var settur sum oddamaður fyri kanningararbeiði í 2017, sigur, at ein uppkláring í størsta drápsmálinum í Svøríki nakrantíð nærkast
Olof Palme var forsætisráðharri í Svøríki, tá hann varð myrdur 28. februar 1986 (Mynd: EPA)
2020-02-19 10:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald