Í morgin, mikudagin 6. mai 2020 klokkan 13, letur Páls Høll uppaftur, og samstundis verður nýggja vatnrussjibreytin tikin í nýtslu.
Umframt nýggju vatnrussjibreytina, so er uttanduraøkið eisini víðkað, soleiðis at tað umframt tveir hitapottar eisini fevnir um stóran sólpall (terassu), har møguleiki verður at njóta løturnar góðveðursdagar, skrivar Vágs kommuna á heimasíðu sínari.
Hóast Páls Høll letur uppaftur, ávirkar koronasmittan framvegis. Vágs kommuna boðar frá, at í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða hitapottarnir, sauna og gosbað ikki tendraði, nú Páls Høll letur uppaftur, og hesar komandi vikurnar verður tað bara loyvi at hava tilsamans 50 fólk inni í Páls Høll í senn.
Svimjitíðin er av somu orsøk avmarkað, soleiðis at fólk sleppa at svimja ein tíma hvørja ferð. Hetta fyri at geva so nógvum sum gjørligt møguleikan at njóta løturnar í Páls Høll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald