![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
At liva við parkinsonsjúku kann verða avbjóðandi bæði kropsliga, sálarliga og sosialt. Endamálið við nýggja skeiðinum er, at tey, sum luttaka, menna sínar førleikar til mest møguligt sjálvbjargni og lívsgóðsku í gerandisdegnum.
Talan er um eitt uppihald í 14 dagar á Suðuroyar sjúkrahúsi við kropsligari venjing, terapeutiskum samrøðum og viðkomandi ráðgeving um svøvn, heilivág, kosti og annað, sum hevur týdning í gerandisdegnum. Á skeiðinum er pláss fyri átta luttakarum við parkinsonsjúku.
Umstøðurnar á Suðuroyar sjúkrahúsi eru avbera góðar til slík rehabiliteringsskeið. Á sjúkrahúsinum eru kvalifiseraði starvsfólk og pláss eru sett av á seingjardeildini til skeiðið.
Toymið er tvørfakligt og samansett av fakfólkum, sum hava holla vitan og royndir á hvør sínum øki. Tvørfakliga toymið er mannað við fysioterapeuti, ergoterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi, sálarfrøðingi, sosialráðgeva og kliniskum dietisti.
Um skeiðið
Í rehabiliteringstíðarskeiðinum á Suðuroyar sjúkrahúsi, kemur sjúklingurin at mennast í:
- handfaring av sjúkuni og pínuni
- balansu og fyribyrging av óhappum
- kropsrørslum og øðrum týðandi flytingum í gerandisdegnum
- fyribyrging av skerdum førleikum og øðrum avmarkingum í gerandisdegnum.
Nakrar vikur áðrenn sjálvt rehabiliteringsuppihaldið á sjúkrahúsinum, skulu tey luttakandi til eina forkanning á Landssjúkrahúsinum fyri at finna út av, hvørjar avbjóðingar ávirka gerandisdagin, og at gera eina endaliga visitatión til rehabiliteringsskeiðið. Forkanningin verður gjørd saman við serlækna í neurologi.
Áðrenn skeiðið endar eftirmetir toymið saman við luttakarunum, um kósin í rehabiliteringini er røtt soleiðis, at luttakararnir sjálvi kunnu arbeiða víðari við málunum og halda fast í venjingini eftir rehabiliteringsskeiðið.
Rehabiliteringsskeiðið er laga eftir leisti, sum verður brúktur á Sano í Skælskør í Danmark. Starvsfólk í toyminum á Suðuroyar sjúkrahúsi hava verið á vitjan og sett seg inn arbeiðsháttin har. Avtalað er gjørd við fysioterapeut frá Sano, sum verður við partar av fyrsta skeiðinum á Suðuroyar sjúkrahúsi.
Landssjúkarhúsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald