Innanlands

Parkinsonviðgerð: Bíðitíðir munandi styttar

Bíðitíðin at sleppa til útgreining hjá serlækna í neurologi er stytt úr 10 niður í 3 mánaðir hetta síðsta árið

2020-02-17 11:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2019 hevur Landssjúkrahúsið arbeitt miðvíst fyri at stytta um bíðilistarnar til serlækna í neurologi, ið fólk við neurologiskum sjúkum sum m.a. Parkinson, scelerosu og epilepsi hava tørv á.

Eins og í londunum rundan um okkum er torført at fáa neurologar í fast starv. Landssjúkrahúsið hevur eina konsulentskipan við seks serlæknum í neurologi, ið dekka breitt, og sum eisini hava hvør sítt subspesiali.

Núverandi konsulentskipan tryggjar, at serlæknar í neurologi eru á Landssjúkrahúsinum 32 vikur um árið. Áðrenn komu teir 16 vikur um árið. Hetta hevur havt við sær, at medisinski depilin innan fyri eitt ár hevur stytt um bíðitíðirnar úr 10 mánaðum niður í 3 mánaðir.

Tænastan til parkinsonsjúklingar nógv batnað

Skipanin tryggjar somuleiðis, at allir føroyskir parkinsonsjúklingar verða viðgjørdir av neurologi við parkinsonsjúku sum serøki. Tænastan til neurologiskar sjúklingar er nógv batnað seinasta árið og stendur sum heild ikki aftanfyri tænasturnar, sum sjúklingar í Danmark fáa.

Neurologiska viðgerðin er ein av mongu heimtøkunum, ið Landssjúkrahúsið áhaldandi arbeiðir við. Tað, at kunna bjóða føroyskum sjúklingum viðgerð í Føroyum, hevur alt at siga fyri sjúklingin, tey avvarðandi og okkum sjálvi sum sjúkrahúsverk.

- Tað er sera umráðandi fyri sjúklingin og avvarðandi at halda fast í og menna serøkið í Føroyum, og í dag megna vit at geva viðgerð á sera høgum støði. Tað er avgerandi fyri heilsuverkið, at vit ogna okkum vitan og varðveita hana lokalt, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum.

Tá talan er um serliga kompliseraðar neurologiskar sjúklingar hevur Landssjúkrahúsið eitt væl virkandi samstarv við neurologiskar deildir í Danmark.

– Landssjúkrahúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder