Leygardagin varð danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, við í amerikonsku sjónvarpssendingini "Saturday Night Live" - ella ein parodi av henni var við.
"Saturday Night Live", ið er kend fyri síni skemti-innsløg, sum ofta snúgva seg um viðkomandi politisk evni, hevur verið víst í sjónvarpinum síðan 1975.
Sendingin í gjár snúði seg m.a. um Nato-toppfundin, sum hevur verið í London í vikuni.
Í innslagnum skal Mette Frederiksen eitast at standa og práta við norska forsætisráðharran, Erna Solberg, áðrenn kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, og franski forsetin, Emmanuel Macron koma inn.
Aðrir persónar, sum síggjast í innslagnum eru bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, amerikanski forsetin, Donald Trump og týski kanslarin, Angela Merkel.
Les eisini: Statsleiðarar gera gjøldur burtur úr Trump
Innslagið úr "Saturday Night Live" sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald