Síðani Føroya Pedagogfelag 21. mai vrakaði semingsuppskoti frá Semingsstovninum, hevur lítið og einki samband verið millum partarnar, men nú setast teir aftur við borið.
Semingsstovnurin hevur biðið Pedagogfelagið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið um at koma á fund seinnapartin til tess at umrøða fæstlæstu støðuna, sum er á ansingarøkinum.
Hetta skrivar Kringvarpið.
Ætlanin er at fáa greiðu á, hvussu tað á bestan hátt verður komið víðari. Fundurin byrjar klokkan 14, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið halda seg til vrakaða semingsuppskotið og vilja ikki fyrihalda seg uppskotið til semju, ið Pedagogfelagið seinni hevur sent.
Undantøkur
Verkfall hevur verið lýst á ymsum økjum og síðani verkbann, ið verður í gildi til nýggj semja er funnin.
Fíggjarmálaráðið hevur tó linka verkbannið, so at 48 limir í Pedagogfelagnum kundu fara aftur til arbeiðis mikudagin. Talan er millum annað um starvsfólk á Skúlanum á Trøðni.
Landstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, segði í útvarpstíðindunum á døgurða, at tey veikastu í samfelagnum ikki skulu líða undir støðuni, men at Fíggjarmálaráðið ikki vil sleppa verkbanninum heilt.
Verkbannið er nú galdandi fyri 26 limir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald