Í allan gjár segði hann, at tað vóru torførar samráðingar, sum vóru í gongd millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar á privata arbeiðsmarknaðinum, men ein lítil vón var um semju og loysn uppá verkfallið.
Nakað eftir klokkan ellivu í gjár kvøldið slitnaði.
- Báðir partar stóðu ultimativt fast við síni mørk, og tí var ikki grundarlag fyri at koma við einum semingsuppskoti, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, við Kringvarpið.
Hvussu nógvar krónur ella oyru tað eru, sum skilir partarnar vil semingsmaðurin ikki koma inn á, men í løtuni er Semingsstovnurin ikki partur av loysnin í trætuni.
Verkfallið, sum hevur vart í skjótt fýra vikur, heldur tí fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald