2020-03-22 09:30
Eftir at øll tiltøk, sum landsstýrið hevur sett í verk fyri at basa koronasmittuni, halda fram til eftir páskir, hevur leiðslan í Meinigheitshúsinum í Tórshavn avgjørt at avlýsa øll møtir á páskum.
Ætlanini var at skipa fyri serligum páskadøgum, har Erik Nielsen, trúboðari í Danmark, skuldi koma at tala. Hesi tiltøk eru so avlýst, og tað eru øll onnur tiltøk í Meinigheitshúsinum eisini inntil víðari.
Lýst verður aftur, tá gongd kemur aftur í nógva virksemi í húsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald