Innanlands

Páskastevna á Trúboðanum

Møti verða stroymd hvønn dag. Eisini ber til at hoyra og síggja guðstænastur allar páskadagarnar

Fleiri møtir verða úr Tabor á Toftum komandi dagarnar (Mynd: Trúboðin)

Fleiri møtir verða úr Tabor á Toftum komandi dagarnar (Mynd: Trúboðin)

2020-04-08 20:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Páskahátiðin er tann størsta í kirkjuárinum og tann størsta hjá kristnum samkomum.

Í ár verður ikki møguligt at savnast í kirkjum, missiónshúsum, meinigheitshúsum og øðrum samkomum fyri at verða saman um páskaboðskapin.

Á tíðindafundi í morgun mældi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, til, at kirkjur og samkomur framhaldandi skipa seg soleiðis, at hetta verður uttan, at fólk koma saman í kirkju og samkomu.

Vanligt er, at Heimamissiónin hevur páskastevnu. Oftast er hon í onkrari ítróttarhøll, men í ár verður hon á netinum. 

Trúboðin skrivar, at korona ella ikki, so vilja vit eisini í ár hátíðarhalda páskirnar saman, hóast tað verður hvør sær. Hvønn dag verða beinleiðis møti sent – úr KFUM & K í Klaksvík ella Tabor á Toftum. Tey kunnu stroymast á síðunum hjá teimum á Facebook ella á trubodin.fo

Hetta er skráin fyri komandi dagarnar - okkurt annað kemur helst eisini, sambært Trúboðanum: 

Mikudag klokkan 20.00: Bíbliutími við Jógvani Højgaard.

Skírishósdag klokkan 18.00: Beinleiðis úr KFUM & K í Klaksvík – Tveir vitnisburðar og ein sangframførsla.

Langa fríggjadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor á Toftum – Møti, har Sverri Steinhólm talar.

Leygardag klokkan 20.00: Beinleiðis møti úr KFUM & K í Klaksvík.

Páskadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor - Bergur Debes Joensen talar.

2. Páskadag klokkan 18.00: Beinleiðis úr Tabor - Krista Magnussen talar.

Hóast guðstænastur ikki eru sum vanligt kring landið, so ber til at hoyra og síggja allar guðstænastur úr Havnar Kirkju allar teir komandi halgidagarnar. Tað er klokkan 11 í sjónvarpi og útvarpið hjá Kringvarpinum. Skírisdag prædikar Heri  Joensen, og Langafríggjadag prædikar Emil Olsen í Havnar kirkju kl.

Seinastu áríni hevur verið møguligt at stroymt guðstænastur úr Nes prestagjaldi á Youtube. Seinastu sunnudagarnir hevur Ovi Brim, prestur, havt guðstænastur fyri tómari kirkju á Nesi. Tað fer hann eisini at hava Langafríggjadag og 2. Páskadag klokkan 11. Tað kann stroymast á youtube-síðuni hjá Fríðrikskirkjuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder