2023-04-14 17:54
Patricks í Fuglafirði hevur í dag skift eigara. Alfred Lambastein sum hevur átt og rikið Patricks í knapt fýra ár, hevur í dag selt bygning og virksemi til feðgarnar Njal, Boga og Fríða Reinert-Petersen.
Patricks er nú stongt og letur uppaftur fríggjadagin 5. mai, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
Njal og Bogi hava fyrr haft virksemi í sama bygningi og ætlanin er, at finna sama leist sum seinast.
Í ovaru hæddini verður nú gjørt klárt til billard og pool. Tvey nýggj poolborð í fullari stødd eru ávegis til Føroyar og hesi standa klár at taka í brúk, tá latið verður upp.
Nýggju eigarnir eru spentir uppá komandi tíðir og ynskja at takka Alfred fyri tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald