Frans pávi finst at amerikonsku forsetavalevnunum, sum, sambært honum, føra politikk, sum er "ímóti lívi".
– Bæði eru ímóti lívi, hvørt tað snýr seg um útvísing av tilflytarum ella dráp av børnum, segði pávin, tá hann helt tíðindafund á flogfarinum til Rom, eftir at hava verið á langari ferð í Asia.
Her sipaði hann til Trump, sum hevur lovað at ein millión tilflytarir skulu útvísast, um hann verður afturvaldur, og Kamalu Harris, sum hevur lovað at víðka atgongdina til fosturtøku um alt USA, eftir at amerikanski hægstirætturin í 2022 ógildaði eina avgerð, sum gav kvinnum rætt til fosturtøku í øllum statum.
Pávin heitti á amerikanskar katolikkar um at velja tann politikkaran, sum er "minst óndur", tá teir fara á val.
– Mann eigur at fara á val og velja tann, sum er minni óndur. Hvør er tað, kvinnan (Kamala Harris, red.) ella maðurin (Donald Trump, red.)? Eg veit ikki. Øll skulu við samvitsku umhugsa tað og taka eina avgerð.
Pávin undirstrikaði, at hann helt tað vera umráðandi at fara á val.
– Tað er ódámligt ikki at fara á val. Tað er ikki gott. Tit mugu fara á val, segði hann sambært BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald