Frans pávi, sum mikudagin varð innlagdur á Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom, varð útskrivaður í gjár.
– Eg var ikki bangin, og eg eri enn á lívi, segði pávin, tá hann fór úr sjúkrahúsinum í gjár.
Eftir at hann varð útskrivaður, varð pávin koyrdur víðari til Vatikanið, so hann kundi byrja at fyrireika seg til páskavikuna.
86 ára gamli Frans pávi varð innlagdur, eftir at hava gramt seg um trupulleikar við andingarleiðini. Sambært Ritzau fekk hann antibiotikaviðgerð fyri lungnapípubruna, og varð skjótt boðað frá, at støðan var batnað.
Fríggjadagin var hann blivin nóg frískur til at vitja krabbasjúk børn á sjúkrahúsinum. Myndir, sum Vatikanið hevur almannakunngjørt, vísa, at pávin gav børnunum páskaregg og doypti eitt vikugamalt barn.
Pope Francis has visited the children's ward at Gemelli hospital, bringing gifts of Rosaries, chocolate Easter eggs, and books for the young patients. While there, he baptized little Miguel Angel, born just a few weeks ago: pic.twitter.com/lZxUbTzEW4
— Vatican News (@VaticanNews) March 31, 2023
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald