Í gudstænastuni Vatikaninum pálmasunnudag kom Frans pávi við einari áheitan um vápnahvíld í Ukraina á páskum.
– Leggið vápnini frá tykkum! Lat tað vera byrjanin til eina páska-vápnahvíld. Men takið ikki vápnini uppaftur og haldið ikki fram við krígnum, segði hann sambært Ritzau.
– Byrja eina vápnahvíld, sum kann enda við friði gjøgnum veruligar samráðingar.
Í mars varð 85 ára gamli pávin boðin til ukrainska høvuðsstaðin Kyiv av bæði borgarstjóranum í býnum og av Volodymyr Zelenskyj, forseta. Farna vikuskifti segði pávin, tá hann varð spurdur um hetta, at tað framvegis var nakað, hann umhugsaði.
Les eisini: Pávin umhugsar at vitja Kyiv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald