Chase, Marshall, Skye, Rubble og hinir hundarnir í Paw Patrol fara nú skjótt at tosa føroyskt, eins og leiðari teirra Ryder.
Kringvarpið boðar í dag frá, at avtala er gjørd við Paramount um rættindini til sesong 1, 2 og 3 av einari av best umtóktu barnarøðum í heiminum.
- Í stuttum snýr røðin seg um 10 ára gamla drongin Ryder og hundarnar í patruljuni, sum saman loysa uppgávur í býnum Adventure Bay. Hundarnir hava ymiskar eginleikar, eitt nú er Chase løgregluhundur og njósnari, Marshall er sløkkiliðshundur, og Zuma bjargar fólki, sum eru í neyð á sjónum.
Hvør sesongin er 26 partar, og røðin skal nú týðast og ljóðsetast. Væntandi verða fyrstu partarnir av Paw Patrol á føroyskum sendir einaferð í 2024, skrivar kvf.fo.
Samstundis verður boðað frá, at Kringvarpið roynir at fáa rættindi til fleiri kendar røðir, nú ætlanin er at koma við eini app til sjónvarpssendingar til børn í vár. Hendan appin varð nakað seinkað, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.
- Arbeiðið við app og heimasíðu er komið væl ávegis, og tí koma vit í vár við einum betri tilboði til okkara yngstu hyggjarar. Tað hevur týdning at koma við einum føroyskum tilboði, tí útlendsku tilboðini til tey yngstu eru so mong, leggur hon afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald