Innanlands

Pedagogar vilja hava vandaviðbót

Tey, ið skulu ansa børnum hava ikki møguleika at klæða seg í verndarútgerð

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-15 12:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Pedagogfelag hevur sent Fíggjarmálaráðnum og kommunala arbeiðsgevarafelagnum krav um at limir felagsins, ið nú skulu til arbeiðis aftur, tí Landsstýrið vil lata samfelagið uppaftur, fáa viðbót fyri vandamikið arbeiði.

- Av tí, at okkara limir ikki hava møguleikan at brúka serliga persónliga smittuverju ella útgerð, er tað náttúruligt at hesi starvsfólk, ið verða kravd at seta sína egnu heilsu í vanda, fáa eina serliga vandaviðbót, skrivar Pedagogfelagið millum annað í almennum skrivi í dag, og leggur afturat:

- Tú skalt koma til hús aftur líka frískur, sum tá tú fórt til arbeiðis.

Alt skrivið kann lesast her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder